Leiðari til Ordradeildina hjá P/F Poul Michelsen
P/F Poul Michelsen leitar eftir nýggjum leiðara til ordradeildina at byrja skjótast til ber.
Er søla og góð kundatænasta nakað, tú brennir fyri?
Dámar tær at leiða eitt toymi, samstundis sum tú sjálv/ur tekur virknan lut í dagliga arbeiðinum? Nú hevur tú møguleikan at gerast partur av okkara góða starvsfólkahópi!
Starvið
Sum deildarleiðari fært tú ábyrgd av einum toymi við umleið 12 starvsfólkum.
Høvuðsuppgávurnar í ordradeildini, er at umsita telefonsølu og kundatænastu. Tú skalt tryggja, at arbeiðið verður framt á skilagóðan og virknan hátt.
Framleiðslutoymið hjá PM verður eisini partur av tínari ábyrgd.
Tú fert at ganga á odda fyri dagligari leiðslu, tryggja góða kundatænastu og virka fyri góðum samstarvi við hinar søludeildirnar. Eisini kemur tú at taka virknan lut í søluarbeiðinum og vera við at skapa eitt jaligt arbeiðsumhvørvi.
Vit ímynda okkum at tú
· Hevur viðkomandi royndir innan sølu og kundatænastu.
· Hevur dygga fatan av tølum og arbeiðir málrættað/ur.
· Raðfestir samstarv, samskifti og góðum úrslitum.
· Hevur áhuga at leiða einum gtoymi.
· Ert álitisvekjandi, væl skipað/ur og dugir væl at samskifta bæði á føroyskum og enskum.
Vit bjóða
Tú fært eitt spennandi leiðarastarv í eini væl etableraðari fyritøku við góðum møguleikum at mynda menningina av deildini. Tú verður partur av einum sterkum toymi, har samstarv, úrslit og trivnaður ganga hond í hond.
Løn og setanartreytir verða eftir nærri avtalu.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Leonu Ellefsen, HR-leiðara, á tlf. 764625 ella á mail leona@pm.fo.
Umsókn
Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensl og skjølum. Starvið verður sett 1. juni 2025 ella skjótast til ber.
Freistin at søkja starvið er sunnudagin 18. mai 2025.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!