fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Leys størv

23. jun. 2026
Arbeiðsforkvinna ella arbeiðsformaður til Kjøtbúðina

Kjøtbúðin søkir eftir einari arbeiðsforkvinnu ella einum arbeiðsformanni til framleiðsluna.

Í dag starvast 6 fólk í Kjøtbúðini. Starvið fevnir í høvuðsheitum um framleiðslu og pakking av rullupylsum og kjøtpylsum.

Tú verður ein virkin partur av dagliga arbeiðinum, samstundis sum tú samskipar arbeiðsuppgávurnar og tryggjar, at arbeiðið verður framt sambært galdandi reglum og mannagongdum.

Tínar uppgávur verða m.a. at:

  • Samskipa dagliga arbeiðið hjá starvsfólkunum í framleiðsluni

  • Luttaka í framleiðslu og pakking av vørum

  • Syrgja fyri dagligum skrásetingum av framleiðsluni

  • Hava eftirlit við matvørutrygd, reinføri og arbeiðsgongdum

Vit vænta, at tú:

  • Ert røkin og álítandi

  • Dugir at arbeiða skipað, hevur gott yvirlit og tekur ábyrgd

  • Ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta og samstarva

  • Ert væl fyri kropsliga, tí arbeiðið kann krevja lyft


Starvið er fulltíðarstarv, 40 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag kl. 08.00–16.00.

Setanarviðurskiftir sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Starvsstaðurin er hjá P/F Poul Michelsen, Hoyvíksvegur 74, 100 Tórshavn.

Umsókn kann sendast til starv@pm.fo ella innlatast beinleiðis umvegis leinkjuna í starvslýsingini.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Leonu Ellefsen, HR-leiðara, á tlf. 764625 ella teldupost leona@pm.fo.

 

Umsóknarfreist: 19. jul. 2026
12. mai 2026
Skrivstovufólk til PM Heilsøluna

Trívist tú við kundasamskifti, nógvari ferð og góðum samstarvi?

PM Heilsølan leitar eftir einum fyrikomandi og skipaðum skrivstovufólki til okkara Kundatænasu.
Tú verður partur av einum arbeiðsplássi har vit leggja stóran dent á trivnað, gott samstarv og eitt arbeiðsumhvørvi, har starvsfólk trívast og hjálpast at í gerandisdegnum.

Um starvið
Tú verður partur av Kundatænastuni, har høvuðsuppgávurnar eru:

·         Kundatænasta og telefonsøla.

·         Móttøka av kundum og viðgerð av bíleggingum.

·         Nakað av bókhaldi.

·         Ymiskt fyrifallandi skrivstovuarbeiði.

Vit arbeiða í einum umhvørvi við nógvari ferð, so tað er týdningarmikið, at tú arbeiðir skipað og trívist við fleiri uppgávum í senn.

Vit ímynda okkum, at tú

·         arbeiðir sjálvstøðugt, skipað og tekur ábyrgd

·         hevur góð samstarvs- og samskiftisevni

·         trívist í einum umhvørvi við nógvum samskifti.  

·         hevur royndir ella áhuga í Office 365 og Business Central (Dynamics 365)

·         hevur kunnleika til matvørur – hetta er ein fyrimunur, men ikki ein treyt

Vit bjóða tær

·         Eitt spennandi og fjølbroytt fulltíðarstarv.

·         Eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði og dugnaligum starvsfeløgum

·         Møguleika at ávirka arbeiðsgongdir og menning í deildini

·         Løn sambært avtalu

·         Arbeiðstíðin er 40 tímar viku.


Umsókn

Send tína umsókn til starv@pm.fo í seinasta lagi 26. mai 2026.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

Leonu Ellefsen, HR-leiðara, Tlf. 764 625, leona@pm.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Umsóknarfreist: 26. mai 2026
20. apr. 2026
Deildarleiðari til Kundatænastuna

Leiðari til Kundatænastuna

PM Heilsølan leitar eftir nýggjum leiðara til Kundatænastuna.

Hevur tú royndir við at skapa úrslit, samstundis sum tú tekur virknan lut í dagliga arbeiðinum?  So kann hetta vera starvið til tín.


Starvið
Sum leiðari fært tú ábyrgd av Kundatænastuni.

Tínar arbeiðsuppgávur eru at umsita kundatænastuna. Samstundis verður væntað, at tú arbeiðir miðvíst við at menna arbeiðsgongdir og styrkja kundanøgdsemi.

Tú hevur ábyrgd fyri dagligu leiðsluni av toyminum, herundir uppfylging, raðfesting og menning.  Tú arbeiðir tætt saman við øðrum deildum fyri at tryggja gott samstarv og vera við til at skapa eitt jaligt arbeiðsumhvørvi.
 
Vit ímynda okkum at tú:

·         Hevur royndir innan sølu- og kundatænastu og skil fyri, hvat skapar virði fyri kundan.

·         Hevur leiðsluroyndir ella von/vanur at taka ábyrgd og leiða onnur.

·         Arbeiðir skipað og hevur gott yvirlit, eisini tá nógv er at gera.

·         Raðfestir samstarv og trivnað á deildini.

·         Dugir at fylgja upp á arbeiði og úrslit.

·         Hevur góð samskiftisevni og megnar at skapa álit.

Vit bjóða
Tú fært eitt sjálvstøðugt leiðarastarv við góðum møguleikum at seta tín dám á arbeiðsgongdir og menningina av deildini. Tú verður partur av einum sterkum toymi, har úrslit og trivnaður ganga hond í hond.
Vit bjóða eisini eitt arbeiðsumhvørvi, har samstarv og trivnaður verða raðfest.

Løn og setanartreytir verða eftir nærri avtalu.


Umsókn
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til  Leonu Ellefsen, HR-leiðara, á
tlf. 764625 ella á teldupost leona@pm.fo.  

Starvið verður sett 1. juni 2026 ella skjótast til ber.
Freistin at søkja er 08. mai 2026.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

 

Umsóknarfreist: 08. mai 2026
Sjálvboðin umsókn

PM hevur javnan brúk fyri nýggjum starvsfólkum. Tí eru vit altíð áhugað í at frætta frá fólki, sum kundi hugsað sær at starvast hjá okkum.

Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn har tú greiðir frá hvør tú ert, tínum royndum og møguligari útbúgving, og hví tú vilt arbeiða hjá PM.

Send okkum umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi prógv, so hoyrir tú aftur frá okkum.

 

Umsóknin verður goymd í 6 mánaðir.

Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor